Hvussu arbeiðir tingið

Tingið starvar eftir teim formligu reglum, sum ásettar eru í Stýrisskipanarlógini og Tingskipanini.

Tað eru 5 ymisk sløg av løgtingsmálum:
1. Uppskot til løgtingslóg
2. Uppskot til ríkislógartilmæli
3. Uppskot til samtyktar
4. Frágreiðingar, skrivligir, munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar.
5. Misálit á løgmann ella landsstýrisfólk

Bara løgmaður, landsstýrisfólk ella løgtingsfólk kunnu leggja fram mál í Løgtinginum. Nevndirnar kunnu, um í minsta lagi fimm limir ynskja tað, seta løgmanni ella landsstýrisfólki skrivligar spurningar um ávís viðurskifti og í hesum sambandi biðja um skrivligt svar, ella at løgmaður ella landsstýrisfólk kemur á fund at svara spurningunum.

Tingfólk kann eisini seta løgmanni ella landsstýrisfólki skrivligan spurning, sum verður svaraður beinleiðis og uttan viðgerð í Løgtinginum.
Skrivar borgari ella felag Løgtinginum bræv um eitthvørt, so verður hetta ikki tikið til viðgerðar, uttan so, at løgtingsfólk tekur málið upp sum løgtingsmál.

Uppskot til løgtingslógir
Uppskot til løgtingslóg skal fyri á fýra ymiskum tingfundum. Harumframt fær málið nevndarviðgerð í løgtingsnevnd.

Framløga
Løgtingslógaruppskot er framlagt, tá løgtingsformaðurin á tingfundi boðar frá tí av tingsins røðarapalli. Eintak av uppskotinum verður latið hvørjum tingmanni talgilt í seinasta lagi sama dag. Á framløgufundinum verður málið ikki umrøtt, og kann heldur ikki beinast í nevnd.

1. viðgerð
Uppskot kann fáa 1. viðgerð annan yrkadagin eftir framløgu. Við 1. viðgerð verður uppskotið umrøtt í síni heild. Broytingaruppskot kunnu verða fráboðað og umrødd.

Nevndarviðgerð
Eftir 1. viðgerð fáa málini vanliga nevndarviðgerð. Tað er løgtingsformaðurin, ið ger av, um mál skal beinast í nevnd, og hvørja nevnd tað skal í. Nevndin skrivar tinginum álit, og samd nevnd, meirilutin og minnilutar í nevndini kunnu seta fram broytingaruppskot.

Vanliga fáa mál bara nevndarviðgerð millum 1. og 2. viðgerð. Tingið kann tó á øðrum viðgerðarstigum samtykkja at beina mál aftur í nevnd. Undir nevndarviðgerðini granska nevndarlimirnir uppskotið gjøllari og fáa til vega eyka upplýsingar frá almennum og privatum, og í summum førum kallar nevndin eisini fólk inn á fund at fáa tey at siga sína hugsan um uppskotið.

2. viðgerð
2. viðgerð kann vera triðja yrkadagin eftir, at 1. viðgerð endaði. Tó ikki fyrr enn annan dagin eftir, at møguligt nevndarálit er lagt fram. Tingfólk kann skrivliga seta fram broytingaruppskot, men tað skal vera gjørt, áðrenn orðaskifti við 2. viðgerð er byrjað. Nevndin, meirilutin ella minniluti kunnu eisini skrivliga seta fram broytingaruppskot, eftir at 2. viðgerð er byrjað, men áðrenn orðaskiftið er endað. 2. viðgerð endar við atkvøðugreiðslu. Fellur uppskotið, steðgar viðgerðin her.

3. viðgerð
3. viðgerð kann vera annan yrkadagin eftir, at 2. viðgerð endaði, ella eftir at møguligt nevndarálit er lagt fram. Fýra tingfólk kunnu í felag skrivliga seta fram broytingaruppskot, og um málið er beint í nevnd við 2. ella 3. viðgerð, so kann nevnd, meirluti ella minniluti í nevndini skrivliga seta fram broytingaruppskot. Broytingaruppskot kann leggjast fram við 3. viðgerð, áðrenn orðaskifti byrjar. Við 3. viðgerð verða broytingaruppskot og tær greinar, broytingaruppskotið viðvíkir, umrødd fyrst og koma fyrst til atkvøðugreiðslu. Eftir hetta verður endalig viðgerð, tá tingið samtykkir ella fellir uppskotið.

Staðfesting og kunngerð
Sjálvt um Løgtingið hevur samtykt løgtingslógaruppskot, so er tað ikki bindandi fyri borgaran. Tað verður tað ikki, fyrr enn løgmaður hevur staðfest uppskotið sum løgtingslóg og kunngjørt tað í kunngerðarblaðnum. Løgmaður hevur fullan rætt at nokta at staðfesta uppskotið, og tá verður so eingin løgtingslóg. Í flestum førum staðfestir hann tó uppskotið, tí annars fær hetta helst ta avleiðing at tingið noyðir hann frá sum løgmann.

Uppskot til ríkislógartilmæli
Uppskot til ríkislógartilmæli verða viðgjørd á sama hátt sum uppskot til løgtingslóg. Einasti munur er, at endaliga úrslitið verður ikki kunngjørt alment, men harafturímóti fráboðað ríkismyndugleikunum av løgmanni. Samtykta uppskotið er ikki bindandi fyri borgaran, fyrr enn tað er sett í gildi av donskum myndugleikum.

Uppskot til samtyktar
Hesi mál verða viðgjørd sum uppskot til løgtingslógir. Tó enda hesi mál eftir atkvøðugreiðsluna við 2. viðgerð og skulu ikki staðfestast og kunngerast av løgmanni. Uppskot til samtyktar eru ikki løgfrøðiliga bindandi, hvørki fyri landsstýrið ella borgaran. Í onkrum førum krevst tó eftir Stýriskipanarlógini, at ein tingsamtykt skal til, fyri at landsstýrið kann gera eitthvørt, eitt nú gera týdningarmiklar sáttmálar við onnur lond.

Frágreiðingar, skrivligir, munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar
Tað, sum eyðkennir hesi tingmál, er, at Løgtingið onga niðurstøðu ger.

Málið verður umrøtt á tingi, og so er liðugt, eingin atkvøðugreiðsla og eingin nevndarviðgerð. Við hesum viðgerðarháttum kann løgtingsfólk fáa allar tær upplýsingar, viðkomandi hevur fyri neyðini, frá løgmanni, landsstýrisfólki ella ríkisumboðsmanninum, og út frá hesum gera sær sínar politisku niðurstøður um, hvat ið viðkomandi ætlar.

Misálit
Eftir Stýriskipanini er tað so, at Løgmaður og landsstýrisfólk eru óheft av Løgtinginum.

Løgmaður tilnevnir landsstýrisfólk, meðan løgtingsformaðurin tilnevndir løgmann, um ikki 17 tingfólk eru ímóti løgmansevni løgtingsformansins.

Løgmaður og landsstýrisfólk eru tó ikki óheftari enn so, at um so er, at 17 tingfólk eru ímóti einum av teimum, so mugu tey leggja frá sær. Mál um misálit á løgmann ella landsstýrisfólk verða bert viðgjørd á einum tingfundi. Uppskot um hetta verður skrivliga lagt fram av løgtingsfólki og alt fyri eitt tikið til umrøðu í tinginum. Beint eftir umrøðuna verður atkvøðugreiðsla.

Tingfundir
Løgtingsfundir eru almennir