Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 15/2021

Rættarnevndin

Ár 2022, mikudagin hin 6. apríl, kl. 09:23, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-066/2021 Uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap

    Málið varð viðgjørt saman við LM 81/2021.

  2. LM-077/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger

    Málið varð umrøtt.


    Avgjørt varð at skriva álit í málinum.

  3. LM-079/2021 Uppskot til samtyktar um kemikaliulóg (evnindalóg)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-081/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk)

    Málið varð viðgjørt saman við LM 66/2021.


    Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kom á fundin kl. 9.35 saman við Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúa, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa. 


    Løgmaður og embætisfólkini fóru av fundi kl. 9.50


    Málini vórðu umrødd. Avgjørt varð at skriva álit.

  5. LM-095/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)

    Málið varð viðgjørt saman við LM 96/2021.

  6. LM-096/2021 Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin)

    Málið varð viðgjørt saman við LM 95/2021.


    Jenis av Rana, landsstýrismaður, kom á fundin kl. 10.00 saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, Torkil Rasmussen, deildarstjóra, Armgarð Weihe, fulltrúa og Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 10.30.


    Umboðandi Føroya Óðalfelag komu Niels Petersen, formaður, Annfinnur Heinesen, nevndarlimur og Jónfinn Thomsen, advokatur á fundin kl. 11.40.

    Teir fóru av fundi kl. 12.05.


    Umboðandi Bóndafelag Føroya komu Sigert Patursson, formaður, Símun Gullaksen, nevndarlimur, og Anfinn V. Hansen, advokatur, á fundin kl. 12.05.

    Teir fóru av fundinum kl. 12.30.

  7. LM-113/2021 Uppskot til samtyktar um at dagføra løgtingslógina um starvsmenn

    Pætur Niclasen, formaður í Samverki, kom á fundin kl. 10.35.

    Hann fór av fundinum kl. 10.45.


    Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, kom á fundin kl. 10.50 saman við Dánjali Højgaard, løgfrøðingi og Beintu Simonsen Aveleira, samskiftisfólki.

    Tey fóru av fundinum kl. 11.10.


    Umboðandi Føroya Arbeiðsgevarafelag komu Jórun Gardar, ráðgevi, og Birita Biskopstø, ráðgevi, á fundin kl. 11.10.

    Tær fóru av fundi kl. 11.25.

  8. LM-116/2021 Uppskot til samtyktar um virkisætlan fyri skipaða endurnýtslu og ringbúskap
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-117/2021 Uppskot til samtyktar um nýggj strandfaraskip til oyggjaleiðir
    Málið varð ikki viðgjørt.
  10. LM-126/2021 Uppskot til samtyktar um Suðuroyartunnil
    Málið varð ikki viðgjørt.
  11. LM-130/2021 Uppskot til samtyktar um mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini og uppskot til dagførdan orku- og veðurlagspolitikk
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:30