Gerðabók: 6. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 6/2023

Trivnaðarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 7. desember, kl. 09:56, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-022/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Stuðul til bil broyttur til stuðul til serligan útbúnað til bil)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-023/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Frávik um stuðulsveiting til lesandi í útbúgvingaraldri strikað)

    Málið varð viðgjørt

  3. LM-031/2023 Uppskot til samtyktar um setan av bygnaðarnevnd

    Fyri Starvsfelagið komu Anna D. Johannesen, skrivari, og Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna, á fund kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.40.

    Løgmaður, Aksel V. Johannesen, kom á fund saman við John Rajani, løgmansstjóra, Flóvin Eidesgaard, búskaparráðgeva, og Dan M. Knudsen, fulltrúa, kl. 10.40. Fóru av fundi kl. 10.50.

  4. LM-043/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:16